Sunnudagin stendur næsta umfar av Effodeildini á skránni og tá verður talan um útidyst hjá besta liðnum í oynni. TB/FC Suðuroy/Royn skulu nevniliga møta 07 Vestur, ið fluttu upp úr 1. deild í fjør. 07 Vestur leikti í móti HB í Gundadali í fyrsta umfari og taptu teir 2-0 móti teimum svørt-reyðu.
Ringt er at spáa um, hvussu 07 Vestur er fyri, men sannast má, at teir hava styrkt seg munandi við nýggjum kreftum. Samstundis so eru fleiri kenningar á liðnum hjá 07 Vestur, millum annað er tvøramaðurin Gunleif Magnusarson á liðnum, tað sama er Martin Tausen og síðst men ikki minst so er málmaður teirra Ivan Stojkovic. Allir hava umboða TB, meðan Martin eisini hevur umboðað FC Suðuroy (og VB/Sumba). Í dystinum móti HB varð Ivan valdur til besta 07 Vestur leikara og er ongin ivi um, at suðuroyingar yvirhøvur kenna væl serbiska málmannin.
Fyrr í vikuni kundu vit boða frá, at Salmundur Bech var úttikin til U21 landsliðshópin og er hann annar av teimum, ið hava skriva seg á máltindin fyri TB/FC Suðuroy/Royn, tað gjørdi hann saman við Jón Krosslá Poulsen í dystinum móti ÍF. Búi Egilsson hevur eisini fingið landsliðboð til U21 landsliðið.
Eitt sum merkti dystin móti ÍF var heldur harða linjan frá dómarunum, ið endaði við at heili sjey av TB/FC Suðuroy/Royn leikarunum fingu víst gula korti. Hetta er neyðugt at vera greiður yvir móti 07 Vestur, um dømingin verður eins hørð, annars byrja leikbannini longu at sníkja seg inn í hópin. Vert er nevniliga at hava í huga, at leikbann verður givið longu eftir fýra gulum kortum.
Ein ávísur aldursmunur er á liðunum, um ein hyggur eftir liðunum frá fyrsta umfarið. Miðalaldurin á teimum leikarunum hjá TB/FC Suðuroy/Royn, ið leiktu sunnudagin var á 22,5 ár. Á 07 Vestur liðnum var miðalaldurin 25,8 ár. Elsti leikari á TB/FC Suðuroy/Royn er Jón Krosslá Poulsen við sínum 29 árum, meðan aldursforsetin hjá 07 Vestur er Ivan Stojkovic.
Dysturin byrjar sum vant klokkan 15:00. Dómari verður Kári á Høvdanum, ið var annar av tveimum, ið bert góvu trý gul í fyrsta umfarinum – hin var Petur Reinert.
Mynd: Bjartur Vest