Víðari til fjórðingsfinaluna

Argja Bóltfelag steðgaðu ikki sigursstímanum hjá TB/FC Suðuroy/Royn og sostatt eru allir tríggir fyrstu dystirnir hjá samstarvsliðnum vunnir. Í dag var talan um dyst í kappingini um løgmannssteypið og endaði dysturin við einum 1-0 sigri til TB/FC Suðuroy/Royn.

Einsamalla málið kom eftir gott og væl einum tíma, tá Búi Egilsson kundi stúta bóltin í málið. Innleggið stóð Jón Krosslá Poulsen fyri.

Næsta umfar av steypakappingini verður leikt 13. apríl, sum tá er fjórðingsfinalan.

Scroll to Top