Víkingur kendi sína vitjunartíð

Aron Sørensen var um reppi at leggja TB á odda eftir fimm minuttum, men soleiðis skuldi tað ikki ganga hesaferð (Savnsmynd)

Langt um longi upprann dagurin, har TB aftur skuldi spæla dyst í bestu deildini. Hvussu tað mundi fara at hilnast okkara, í fyrstu royndini vesturi á Eiðinum í dag, hava nógv fólk gingið og undrast við spenningi yvir í longri tíð. Víkingur kom á vitjan, og bronsuvinnararnar frá í fjør vóru varnir, og høvdu ongan hug at undirmeta uppflytaran, stóð at lesa í miðlunum undan dystinum. Men hvat skuldi man tora at vænta av okkara unga hópi? Óvissan var stór, men nú dysturin er av, og Víkingur dróg longra stráðið, so stendur man eftir við kensluni av, at tað var á einari góðari leið, og at okkara gjørdu ein góðan figur. Gestirnar vunnu 2-0 í dag, men var hepni og neyvleiki við TB í dag, kundi lættliga enda ørðvísi.

TB trýsti nógv fyrstu løtuna
Fyrstu 25 minuttirnar av dagsins dysti átti TB fult og heilt. So tað var eitt lættilsi fyri nógvar fjepparar, sum kanska høvdu hildið, at tað hinvegin fóru at verða gestirnar, sum fóru at sveiggja taktstokkinum frá byrjan. TB leikararnar spældu seg væl fram eftir vøllinum, og komu til nakrar vandamiklar møguleikar. Fyrsti sovorðin kom longu eftir fimm minuttir, tá Aron Sørensen streyk avstað eftir vinstra borði. Áraka brotsteigarmarkið sneiddi hann sær inn í vøllin, og sendi haðani eitt dundurskot móti nærmasta málhorni. Geza Turi mátti út í fulla longd, og tá honum ikki eydnaðist at jústa vekk, var Igor Grkajac fyrstur á returbóltinum. Tíverri fyri hann og TB, rakti hann ikki bóltin reint, og Víkingur kundi tí takka hægri maktum fyri, at tað ikki stóð 1-0 til heimaliðið. Løtu seinni fingu TB aftur ein hálvan málmøguleika, umframt at tað komu fleiri frísparkstøður uttanvert brotsteigarmarkið, sum lógu væl fyri. TB megnaði tó ikki at taka av, og Víkingur kundi tí byrja at taka seg longur fram á vøllin.

Víkingur bitu seg fastar á miðjuni
Gestirnar, sum ikki megnaðu at steðga ágrýtnu TB leikarunum fyrstu 25 minuttirnar, fingu onkursvegna tamarhaldið á miðjuni teir síðstu 15 minuttirnar av fyrsta hálvleiki, og hóast tað ikki spurdist nakar stórur møguleiki burturúr, so var eyðsæð, at teir nú vóru blivnir vandameiri, og at TB mátti ansa sær frá byrjan av øðrum hálvleiki.
Frá byrjan av í øðrum hálvleiki, økti Víkingur um trýstið, og tóku fullkomuliga yvir á miðjum vølli, har Evrard Ble nú slapp heilt ótarnaður at spæla bóltarnar runt. TB blivu trýstir langt aftur, og tá teir vunnu hann frá gestunum, bleiv tað ofta til langar sendingar fram eftir vøllinum.

Kendu sína vitjunartíð
Víkingur gjørdi sær veruliga dælt av leikligu yvirvágini, og høvdu serliga í høgra borði ein vandamiklan harra í Kaj Leo í Bartalstovu. Ferð eftir ferð royndi hann seg fram eftir vonginum við hegnisligum fintum og annars við góðum áloypandi spælistíli. Tað skuldi tó blíva úr hinum borðinum, at fyrsta málgevandi avleveringin kom. Bólturin kom høgt innfyri, heilt afturum aftaru stong, har Lasse Qvist og Aron Sørensen renna um kapp. Lasse fór um koll, og dómarin, Rúni Gaardbo, saman við hjálpardómaranum dømdu brotspark. TB leikararnar mettu tó, at áloyparin tamdi bóltin við hondunum fyrst, og at hetta átti at blivið dømt, áðrenn brotsparkið. So var ikki, og Atli Gregersen kundi so skora við einum vælplaseraðum brotsparki. Gleðin var sjálvandi stór á Atla og liðfelagum hansara, sum fullvæl kendu týdningin av málinum.

TB komu meira við aftur
Eftir leiðslumálið hjá gestunum, drógu okkara seg eitt sindur longur fram á vøllin, og yvirvágin var kanska ikki tann sama til gestirnar longur. TB royndi at spæla seg fram, men tað var trupult, tí Víkingar stóðu stinnir. Tó so, tað eydnaðist at koma fram til onkran møguleika, men veruligur vandi stóðst ikki burturúr.
Tá 15 minuttir írestaðu, var TB í álopi, sum Víkingar so bróta, og fara í mótálop. Bólturin kemur út til Kaj Leo á høgra vongi, og við einum góðum trekki, sleppur hann inn móti baklinjuni, haðani hann sendir eitt vandamikið skot móti nærmastu stong. Málverjin hjá TB, Ivan Stojkovic mátti bara boksa bóltin burtur, og tá bólturin so av tilvild dettur beint í rennibanan hjá Bárði Hansen hjá Víkingi, var lítið at gera. Bárður tóktist kløkkur av sínum hepni, men ivaðist ikki, og hamraði bóltin í netið.
TB venjarin, Milan Kuljic setti nú allar offensivar kreftir inn, og har millum var sterki Óli Johannesen, sum skuldi royna at taka sær av høgum sendingum. Afturat Óla, komu eisini Gilli Sørensen og Poul Ingason inn, fyri at styrkja um álopspartin. Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn TB fekk lagt eitt tyngri trýst á geestirnar, og nakrar ferðir kundi størri vandi staðist av innleggum og fríspørkum, um bert neyvleikin og hepnið var størri. So skuldi ikki vera, og Víkingur vann sostatt fyrsta dystin millum liðini.

Ivan sligin í óvit
Tá umleið fimm minuttir írestaðu av vanligu leiktíðini, sendu gestirnar eina sending inn um TB verjuna, men Ivan kom stormandi út móti, so hann kundi forða fyri áloyparanum hjá Víkingi. Tíverri hendi tað óhapp, at knæ áloyparans rakti høvdið á Ivani, sum bleiv leiddur av vøllinum, týðuliga illa fyri. Í málið fyri Ivan, noyddist Óli Johannesen, tí allar skiftingarnar vóru longu framdar. Óli hevði tó lítið at gera, annað enn at gúppa fram til álopið, har TB av øllum alvi royndi at trýsta. Tað skuldi tó ikki eydnast at fáa mál hesaferð.
Um Ivan frættu vit eftir dystin, at tað var talan um heilaskjálvta, og at hann longu hevur tað betur.

TB seldi eisini lutaseðlar á Eiðinum í dag.
2 atgongumerki til ársveitsluna hjá TB – nr. 14338
1000 krónur – nr. 14366

HAGTØL
TB-Víkingur (0-0) 0-2
0-1: Atli Gregersen (60.) (brotspark)
0-2: Bárður J. Hansen (75.)

TB: Ivan Stojkovic – Tórur Mortensen, Eirikur Magnusarson, Dmitrije Jankovic, Martin Tausen (L) – Aron Sørensen (66.), Jón Magnusarson(60.), Rógvi Joensen, Dan Mortensen (75.) – Bojan Timic, Igor Grkajac
Útsk.: Gilli Sørensen (60.), Poul Ingason (66.), Óli Johannesen(75), Bárður Dimon, Hanus Mortensen

Scroll to Top