Vildbjerg Cup liðugt

Vildbjerg Cup endaði sunnudagin og vóru U14 Genturnar í eldinum tvær ferðir, fyrst í hálvfinaluni, sum tey tíverri endaðu við tapa eftir brotssparkskapping. Mótstøðuliðið var norska Rennesøy FK 1. Dysturin endaði annars 2-2.

Tveir tímar seinni skuldi slagið um bronsuna avgerast, men tíverri vóru genturnar úr Tjensvoll stinnari og vunnu dystin 3-1. Sostatt bleiv tað tíverri ikki fyri nakrar medaljur í hesum umfarinum.

Norröna legði frá landið fyrrapartin í dag (týsdagin) við troyttum TB’arum, ið vónandi eru eitt hugnaligt og stuttligt minni ríkari.

Kappingarnar byrja so smátt aftur um hálvan august, men áðrenn tað er fótbóltsskúlin hjá Tvøroyrar Bóltfelag á skránni.

Allar myndirnar frá fríggjadegnum síggjast her.

Scroll to Top