Í kvøld var fyrsti dysturin millum TB og FC Suðuroy eftir at hava verið í samstarvið tvey tey seinastu árini. Dysturin var í steypakappingini har liði úr syðru helvt av oynni kom á vitjan.
Eftir tíggju minuttum legði Dánjal Godtfred okum á odda 1-0.
Hendan støðan helt sær til hálvleiks. Gott og væl eitt korter inni í øðrum hálvleiki gjørdi Nikolei Johannesen sítt fyrsta mál fyri TB í vaksnamannadeildini. Nikolei er sonur Jón Johannesen og harvið eisini beiggi Patrik, sum í øðrum dysti í steypakappingini gjørdist sannur málslúkur. 17-ára gamli Nikolei fekk sín fyrst dyst í bestu deildini hjá monnum í fjør, tá hann var innskiftur í Klaksvík.
Eina løtu eftir at TB hevði lagt seg á odda 2-0 megnaði FC Suðuroy at reduserað til 2-1, sum eisini gjørdist endaliga støðan.
Tó at endaliga støðan bleiv 2-1, so kundi munandi fleiri mál verið komin. Sum heild var annars ikki talan um nakran vakran fótbóltsdyst, vágbingar órógvaðu mest møguligt og gjørdi eitt ótal av fríspørkum, men tíbetur stóðst ongin skaði burturúr.
Okur vunnu slagið um Suðuroy og eru víðari í steypakappingini.
Rættingar: Fyrsti málskjúttin var ikki Poul, sum okur upprunaliga skrivaðu, men Dánjal Godtfred. Eisini er Nikolei 17-ára gamal og ikki 18, ið upprunaliga varð skriva.