Annar risin á føroyska telemarknaðinum hevur nú eisini fingið eyguni upp fyri nýggja samstarvinum í Suðuroynni og hevur valt at stuðla felagnum.
Vodafone sigur soleiðis á heimasíðu sínari um teirra stuðulspolitikk:
– Vit leggja stóran dent á at vera nýskapandi og at skapa góðar karmar fyri okkara viðskiftafólk. Tískil vilja vit taka ábyrgd og geva eina hjálpandi hond í nærumhvørvinum – at menna og betra um karmarnar. Stuðulin er okkara máti at gera mun, har vit kunna.
Felagið frøðist um at Vodafone hevur valt at stuðla felagnum.