Tað blivu nógvar myndir tiknar til 120 ára føðingardagsballið hjá TB, 12. mai. Vit kundu hugsað okkum at lagt eina myndarøð av nøkrum myndum út á síðuna, og í hesum sambandi kundu vit hugsað okkum, at fingið fatur á fleiri myndum.
Seinkaða dystarfrásøgnin
TB leikararnir góvu felagi sínum eina fantastiska føðingardagsgávu, og eina best møguliga upptakt til stóru føðingardagsveitsluna leygarkvøldið, tá teir vunnu ein væl uppibornan 3-1 sigur á B68. TB átti munin frá byrjan, og bert eina løtu móti endanum av dystinum, megnaðu gestirnir at leggja TB undir trýst. Við sigrinum hálaðu TB seg enn eitt pláss upp eftir stigatalvuni, og eru nú á einum sjeynda plássi.
Sevmýri kemur okkum til hjálpar

Frá byrjan, hevur Sevmýri verið tryggi karmur barnara, og leygarmorgunin verður vøllurin aftur fullur av lívi, tá ein rúgva av børnum fara at kappast og stuttleika sær á gamla leikvøllinum. (Mynd: Bárður Hansen)
Komandi vikuskifti verður stovningardagurin hjá TB hátíðarhildin á Tvøroyri. Nógvur fótbóltur er sjálvandi á skránni, umframt annað. Dystirnir verða so nógvir, at nýggi vøllurin við Stórá ikki rúmar øllum dystunum, men TB hevur enn ræðið yvir vøllinum á Sevmýru, og verður hann tískil tikin í brúk aftur leygarmorgunin.
Javnleikur í truplum útidysti

FC Suðuroy leikararnir vóru sera grammir, tá teir leygardagin tóku móti grannunum úr TB. Sum dysturin leið, kom TB tó fyri seg (Mynd: Eileen Sandá)
FC Suðuroy og TB samdust leygardagin um 1-1 javnleik, men so var tað ikki meira, ið liðini samdust um. Dysturin fer neyvan í søguna fyri gott fótbóltspæl, men hvat spenningi og intensiteti viðvíkur, har væntaði avgjørt onki.
Landslið á vitjan við Stórá í dag

Fyrsta barnakappingin og fyrsta landsliðsvenjingin við Stórá, og bæði vóru væl eydnaði (Mynd: Andre Dalfoss)
Fyrsta kapping fyri U-8 dreingir varð hildin við Stórá í dag, og umframt nógvu dystirnar har, so var tað heilt serliga við degnum í dag, at eitt av ungdómslandsliðunum var á vitjan. Hetta er fyrsta ferðin eitt landslið vitjar nýggja vøllin, og venjingarnar gingu av tí allar frægasta. Venjingin í Suðuroynni er fyrsti liður í fyrireikingunum til U-17 Norðurlendsku Meistraraheitskappina í august mánaði.
Røður og myndir frá hátíðardegnum við Stórá

Elsti limur í TB, er 88 ára gamli Kristian Olsen, og hann fekk heiðurin at sparka fyrsta sparkið, og harvið innvíga nýggja vøllin við Stórá (Mynd: Bjarni Nygaard)
Tvøroyrar Hornorkestur, undir leiðslu av Trónduri Enni løgdu fyri við framúr góðum horntónleiki, tá Tvøroyrar Bóltfelag kundi hátíðarhalda innvígingina av nýggja vøllinum við Stórá sunnudagin. Karmarnar vóru teir bestu inni í ítróttarhøllini í Trongisvági, so avgerðin um, at flyta tiltakið frá nógva regninum, inn undir lonina á høllini, var løtt at taka. Fyrst á skránni vóru røður, og síðani var leskiligt ábit at fáa, aftur við einum kaffimunni, áðrenn farið var vestur á nýggja leikvøllin, har elsti limur í TB, Kristian Olsen sparkaði fyrsta sparkið. Dagurin var sera væl eydnaður, tá man hugsar um veðrið, og vit leggja her røðurnar út, umframt frálíkar myndir, sum Bjarni Nygaard hevur tikið.
TB vann debutdystin við Stórá

Dmitrije Jankovic bleiv dagsins maður, tá hann stýrdi verjuni við stórum hegni, umframt at hann eisini skoraði sigursmálið (Mynd: Turið Vestergaard í Dali)
Við einum kanón arbeiðsinnsatsi í verjupartinum, koppaði TB teimum reyðkløddu fuglfirðingunum, tá fyrsti dysturin á nýggja leikvøllinum við Stórá bleiv spældur í dag. Hóast ÍF átti at kalla alt spælið, dystin á tamb, so fekk TB vart einsamalla málið, sum teir megnaðu at skora longu tíðliga í dystinum. ÍF royndi og royndi, men tað skuldi stór orka til, fyri at sleppa framvið stinnu TB verjuni, og so vóru gestirnar ikki serliga neyvir heldur. Dagsins maður var heilt víst Dmitrije Jankovic, ið spældi ein framúr dyst í verjuni, umframt at hann eisini skoraði avgerandi málið í dystinum.
Dagurin verður hátíðarhildin
Í sambandi við, at TB spæla sín fyrsta dyst á nýggja leikvøllinum við Stórá sunnudagin, verður dagurin merktur av hátíðardámi, horntónleiki, røðum og góðum ábiti. Tvøroyrar Bóltfelag vil nevnuliga hátíðarhalda dagin, har nýggi kapittil felagsins fer av bakkastokki. Gamli vøllurin á Sevmýri verður ikki nýttur longur, og nú ein nýggjur og vakur vøllur verður tikin í nýtslu, er gleðin á tvørafólki stór. Tiltakið byrjar kl. 14:15 sunnudagin.
Loyvisnevndin gav grønt ljós

Nýggi kapittilin hjá Tvøroyrar Bóltfelag kann nú fara av bakkastokki, og framyvir verða teir av sonnum bornir á lógvum
Loyvisnevndin hjá Fótbóltsambandinum hevur nú svarað umsóknini hjá Tvøroyrar Bóltfelag, um at fáa loyvi at spæla á nýggja leikvølli okkara við Stórá. Nógvir mans hava arbeitt alla vikuna á tamb, fyri at øll sokallaðu A-krøvini kundu lúkast. Sýnsmaður var við vøllin í gjár, har hann kannaði, um arbeiðið var gjørt til lítar, og í dag á miðdegi, fingu vit okkara játtandi svar. Hetta hevur við sær, at dysturin í sætta umfari av Effodeildini verður spældur við Stórá sunnudagin kl. 15. Dysturin verður eisini útvarpaður í Kringvarpi Føroya, har ein nýggjur útvarpari sleppur at royna seg.
TB-Studio samstarvar við Kringvarpið
Verður tað talan um, at TB sleppur at spæla sín næsta heimadyst á nýggja leikvøllinum við Stórá, so er tað somikið stór hending, at Kringvarpið ynskir at varpa ljós á hendingina. Í hesum sambandi hava teir heitt á útvarparan hjá TB Studio, um at hjálpa sær við hesari uppgávu. Einasta, ið nú væntar, er longi væntaða góðkenningin frá sýnsmonnum í loyvisnenvdini hjá FSF. Kemur góðkenningin, sum er væntandi á miðdegi í morgin, so verður dysturin í sætta umfari av Effodeildini millum TB og ÍF útvarpaður í Kringvarpi Føroya sunnudagin.








