Tórður Thomsen og Andre síggjast á myndin

TB fingið ein Miðla-Leiðara!

  • tann: 13.03.2024
  • Lagt út hevur: TB 
Tíðindi

Tórður Arnfinnur Thomsen er blivin valdur sum okkara Miðla-Leiðari fyri kappingarárið 2024!

Tórður hevur ein BA (Hons) í International Business og International Relations og eigur fyritøkuna Einkult. Hann hevur stóran áhuga fyri sosialum miðlum og miðar eftir, at TB skal gerast meiri sjónligt á netinum.
Ætlanirnar eru at skapa gott og spennandi tilfar til TB fjepparar, so at tey føla nærleika til felagsskapin og uppliva eitt frískt sjónarhorn á fótbóltin.
Saman við honum ynskir Tvøroyrar Bóltfelag at gera okkara felag meira viðurkent og betri umtókt.
“Málið er sjálvandi, at sosialu miðlarnar hjá TB eru teir bestu í Føroyum, tí eg trúgvi, at TB hevur góð útlit at skapa okkurt spennandi komandi árini”, sigur Tórður Arnfinnur Thomsen.
Vælkomin til felagið.
Aftur