Aðalfundurin útsettur

Aðalfundur varð hildin við Stórá 2. januar, ella so var planlagt, men uppmøtingin var ov litil og tí bleiv avgjørt at útseta fundin eina viku.

Henrik Thomsen, ið hevur verið formaður í felagnum seinastu árini umframt at hava verið næstformaður áðrenn hetta, hevur valt at takka fyri seg sum formann í felagnum. Sostatt er neyðugt at felagið fær ein nýggjan formann at leiða felagið.

Ein stór tøkk til Henrik sum hevur mynda felagið sum formaður, hansara lætta lyndið og róliga hond undir felagnum hevur verið við at tryggja støðugleika, sum millum annað vísti seg at verða heldur buldrasligt eftir samstarvið um felagsliðið slitnaði.

Umframt broytingar í starvsnevndini, so eru eisini broytingar í væntu í ungdómsnevndini, har trý nýggj andlit skulu vera við at mynda ungdómsarbeiði hjá Tvøroyrar Bóltfelagi.

Nýggi aðalfundurin er á skrá 9. januar klokkan 19:00 við Stórá.

Scroll to Top