Andrias Sørensen úr TB á U15-landsliðið!

Í dag gjørdist greitt, at U15 leikarin hjá TB, Andrias Sørensen, hevur gjørt so mikið vart við seg, at Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið hann til føroyska U-15 landsliðið. Hópurin skal seinni í summar við á Brøndby-Cup og Andrias verður sostatt partur av hesum hópi. Hópin síggja tit her http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&Action=1&NewsId=1358&PID=487

Venjarin hjá Andrias, Allan Smedemark, lýsir hann soleiðis:  Andrias er ein ótrúliga raskur fótbóltsspælari. Hann hevur spælt mitt á miðjuna hjá okkum, og er ein ordans moturur, Hann er kropsliga væl fyri í mun til aldurin, og sum sagt hevur hann eina øgiliga orku. Hann hevur eisini eitt gott skot og hevur gjørt nógv mál fyri okkum í ár. Hann er liðskipari á U14, og hevur eisini javnan spælt við U16 liðnum í ár.

Vit ynskja Andrias hjartaliga til lukku við flottu úttøkuni og ynskja honum alt tað besta á hansara víðari leið innan fótnóltin.

Scroll to Top