Fótbóltsskúlin við Stórá

Fyri 16. ferð skipar Tvøroyrar Bóltfelag fyri fótbóltsskúla. Fyrsti fótbóltsskúlin varð hildin á gamla leikvøllinum á Sevmýri í 2002.

Undirtøkan hevur verið góð øll árini, og roynt hevur verið at ment skúlan árliga við millum annað útlendskum íblástri. Har hava verið venjarar frá DBU í Danmark, Real Madrid í Spanien og VfB Stuttgart í Týsklandi, ið hava staðið á odda fyri fótbóltsskúlanum.

Joga Bonito – Tað vakra spælið

Til fótbóltsskúlan í ár hava okur fingið Joga Bonito Academy úr Danmark at vera venjarar saman við okkara egnu dugnaligu venjarum.

Joga Bonito merkir tað vakra spælið á portgisiskum, og er tað serliga tekniska venjing, teir báðir venjararnir úr Joga Bonito Academy, Ahmad El-Ali og Taiyo Jønsson, leggja dent á. Teir byrjaðu Joga Bonito Academy í 2010 og hava royndir frá feløgum so sum Lyngby FC og FC Nordsjælland. Teknikkur, driblingar og smartar fintur vera tí í hásæti á fótbóltsskúlanum.

Fótbóltsskúlin

Tiltakið verður í fýra dagar. Skúlin verður í tríggjar dagar, og fjórða dagin verður ein kapping ímillum luttakararnar í teimum ymisku árgangunum. Hvør árgangur verður tilvildarliga býttur í lið. Heiðursmerki verða til øll liðini í aldursbólkunum U7 og U9. Í øllum hinum aldursbólkunum verða heiðursmerki latin til nr. 1, 2 og 3.

Útbúnir venjarar og góð hjálparfólk verða til allar aldursbólkar.

Skúlin byrjar tann 12. august, kl 13:30 – 30 min eftir at Smyril er komin til Tvøroyrar – og endar 15. august, kl 15:30 – Smyril fer av Krambatanga kl. 18:00, sostatt er góð tíð at náa umborð.

Fótbóltsøkið verður vøllurin við Stórá, ítróttarhøllin í Trongisvági og FIFA-vallirnir á Tvøroyri.

Luttakarar úr øllum landinum

Skúlin hevur altíð havt luttakarar úr øllum landinum, men sum nakað nýtt í ár verður møguleiki at gista í skúlanum í Trongisvági. Fyrimyndarligu karmarnir í Trongisvági gera, at møguleikarnir eru betur enn nakrantíð hjá børnum norðanfjørðs at leggja leiðina suður til at fáa sær íblástur, at menna sínar bóltførleikar og til sosiala samveru.

Um kvøldarnar kunnu allir luttakararnir hugna sær við fótbóltsskúlaøkið, og týskvøldið verður skipað fyri undirhaldi. Millum annað vera ymiskar stuttligar kappingar og barnadiskotek á skránni í skúlagarðinum og í ítróttarhøllini.

Til ber at lesa meira um fótbóltsskúlan og tilmelding inni á heimasíðuna https://www.tb.fo/fotboltsskulin/ og Facebooksíðuni her.

Høvuðsstuðlar hjá Fótbóltsskúlanum við Stórá eru BankNordik, MTV Byggivirkið og Varðin Pelagic.

Scroll to Top