Hans Fróði Hansen steðgar sum høvuðsvenjari hjá TB

Nevndin í Tvøroyrar Bóltfelag vil hervið boða frá, at Hans Fróði Hansen ikki longur er høvuðsvenjari hjá felagnum.

Partarnir hava valt at enda samstarvið og er hetta gjørt í sátt og semju.

Arbeitt verður nú við at finna nýggjan høvuðsvenjara og væntandi verður nýggjur venjari settur ein av komandi døgunum.

Nevndin

 

Scroll to Top