Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Rógvi Joensen: "JA" – verður við á besta liðnum í 2015!

Rógvi Joensen: "JA" – verður við á besta liðnum í 2015!

| 16/06/14

Vangamyndin hesuferð er av okkara fantastiska stríðsmanni á miðvøllinum, Rógva Joensen. Við sínu ófatiligu orku og framúrskarandi teknisku evnum, hevur Rógvi vunnið hjørtuni á øllum TB-fjepparum og eru vit mong, ið eru takksom fyri at hava hann millum okkara 11 á vøllinum. Rógvi er einans 20 ára gamal, men er longu skrásettur fyri at hava leikt 119 vaksnamannadystir fyri TB, harav 112 fyri besta liðið. Hann hevur skorað 24 mál fyri TB.

Froðbingurin er sonur navnframa Pól F. Joensen, ið er ein av gomlu TB_kempunum og  bróður Ragnar Joensen, ið eisini leikar við besta liðnum. Røddir vóru frammi um, at Rógvi skuldi skifta til B36 í ár, men gud havi takk og lov fyri okkum, so varð hann verandi í barndómsfelagnum. Slíkir leikarir eru altíð eftirspurdir kring landið!

Rógvi hevur eisini spælt dystir fyri føroyska U17 –  U19 og U21 landsliðið.

 

Navn: Rógvi Joensen.
Aldur: 21 ár.
Hædd: 184 cm.
Bústaður: Froðba.
Yrki: Lærlingur sum logistik ástøðingur hjá Varðanum Pelagic.
Pláss á vøllinum: Miðvøllinum.

Byrjaði at spæla við TB: Eg byrjaði nokk tá ið eg var 6 ár.

Debut á besta liðnum hjá TB: Debut tann 06/09-2009 – http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=12561&pid=

Tit liggja á einum sera tryggum fyrsta plássi, hvat metir tú tað er, ið ger at tit hava verið so suverenir higartil í ár? Tað er tí at okkara lið er betur enn hini liðini í deildini. Okkara samanhald hevur verið lykilin higartil, vil eg siga.

Hvussu eru menn fyri í hópinum? Menn eru fínt fyri til 1.deild.

Tit mundu verið fyri fyrsta ósigrinum í ár, móti grannunum í FC Suðuroy. Hvat gjørdi at tit hóast alt fingu bart tykkum til tað eina stigið? Tað má vera viljin til at vinna. Vit vóru allir øgiliga ónøgdir við okkara innsats fyrsta hálvleik. Vit vistu at vit kundu nógv meir enn tað. Og við at kempa til síðsta bríksl vistu vit, at vit kundu fáa minimum tann eina stigi. Vit fingu eisini eyka orku frá øllum áskoðarunum, sum gjørdu at vit kláraðu eini 10% eyka enn vanligt.

Metir tú TB fer at “halda allan vegin” og vinna 1. deild? Ja, vit rykkja upp.

Eydnast tað TB at rykkja upp í bestu deildina, verður Rógvi Joensen so aftur at síggja á vøllinum, í stríputu blusuni í 2015?  Ja.

Metir tú liðið er búgvið til Effo-deildina, ella skal tað styrkjast við fleiri leikarum? Sjálvandi mugu vit broyta ymiskt á liðnum, tá ið vit koma at spæla í bestu deildini í FØ. Støðið er nógv hægri har, enn í 1.deild. Vit mugu fáa meiri fólk í truppin. Men um tað er neyðugt við útlendingum, er upp til nevndina at avgerða.

Tín besta løta við TB? Tá ið vit ryktu upp í 2011.

Ringasta løta við TB. Tá ið vit ryktu niður í 2013.

Títt stuttligasta upplivilsi við TB?  Tað veit eg ikki ordiliga. Altíð stuttligt at vinna

Stuttligasti persónurin í skiftirúminum og hví? Páll H.G. – tí hann hevur ein flatan humor!

TB-fyrimyndin hjá tær? Óli Johannesen.

Altjóða fótbóltsfyrimynd?  Gilli Sørensen.

Hvørjum útlendskum felag heldur tú við? Manchester United.

Rógvi á Faroesoccer: http://www.faroesoccer.com/player.php?PlayerName=R&gender=&_=&playerID=5257

 

Vit takka Rógva fyri erligu svarini og ynskja honum alla møguliga eydnu á vøllinum, fyri okkara kæra felag!

Mynd: Jan Smedemark