Samstarv um vaksnamannafótbóltin

15. december var eykaaðalfundurin har tað einasta málið sum var á skránni var samstarv um vaksnamannafótbóltin fyri 2017.

Atkvøtt bleiv og endaliga úrsliti á eykaaðalfundinum hjá Tvøroyrar Bóltfelag var eitt sera greitt ja til samstarv. 44 atkvøður fyri og sjey ímóti. Hini bæði feløgini, Bóltfelagið Royn og FC Suðuroy atkvøddu eisini fyri samstarvinum.

Sostatt eru lunnar lagdir fyri samstarvinum fyri komandi árið og farið verður til arbeiðis at tryggja nýggja samstarvinum so góða byrjan sum møguligt.

Navnið á nýggja felagnum verður at byrja við TB/FC Suðuroy/Royn.

Talan er á fyrsta sinnið um eitt royndarár. Búnarnir sum felagið fer at spæla í eru eyðkendir frammanundan tá hugsa verður um samstarvið í yngru deildunum, troyggjan verður grøn og brøkurnar svartar.

Scroll to Top