Skaviseðlar til frama fyri nýggja samstarvinum

Í kvøld og komandi dagarnir, verða okkara lokalu Effo-leikarir at síggja í býarmyndini. Teir fara at selja skaviseðlar fyri nýggja felagsliðið og nógvir sera góðir vinningar eru á seðlinum, m.a. eitt gávukort á kr 20.000 frá Idé-Møblum.

Seðlarnir kosta 50,- og av tí at tað er ein skaviseðil, so fæst at vita beinanvegin um ein hevur vunnið.

Takið væl ímóti okkara røsku monnum og stuðlið teimum eftir førimuni – liðfelagar teirra syrgja fyri, at seðlarnir eisini koma runt í restini av oynni.

Scroll to Top