Suðuroyggin ímóti svørt-reyðu Havnini

Hetta vikuskiftið verða dystirnir í Effodeildini leiktir leygardagin í staðin fyri sunnudagin. Orsøkin er, at har eru steypakappingardystir miðskeiðis í komandi viku og tí er sjeynda umfar av Effodeildini framskunda ein dag.

TB/FC Suðuroy/Royn skal til Havnar at spæla ímóti HB, sum í løtuni liggur nummar seks, sum neyvan kann vera eftir teirra høvdið. Nýggju álopssinnaðu leikararnir hava ikki av álvara sligið til í Effodeildini og hava teir sína millum bert gjørt trý mál – HB hevur í alt skotið seks mál í Effodeildini og latið fimm inn í hinum endanum.

Á HB bonkinum situr ein gamal kenningur hjá leikarunum, ið spældu við TB í fjør, nevniliga Sigfríður Clementsen. Hann tók yvir stýrisvølin hjá HB í summar og við teimum innkeypum, ið leiðslan hevur framt, so er ongin ivi um, at HB satsar stórt í ár. Higartil má tó ásannast, at úrtøkan hevur verið í laka endanum.

Hinvegin er TB/FC Suðuroy/Royn komið væl frá byrjan, men skal nú royna at reisa seg aftur eftir tapið ímóti NSÍ í farna vikuskiftið. Málskjótingin hjá TB/FC Suðuroy/Royn gongur hinvegin væl og hevur Jón Krosslá Poulsen hamra fýra mál inn í teimum fyrstu seks dystunum.

Sambært uppgerð á Norðlýsið.fo, so er meginparturin av málunum hjá TB/FC Suðuroy/Royn komin uppá deyðbóltsstøðum og er hetta sjálvsagt eisini nakað, ið liðið skal dúva uppá ímóti HB.

Leikararnir hjá HB sum hava luttikið í Effodeildini higartil hava ein miðalaldur á 24,5. TB/FC Suðuroy/Royn hevur eitt væl yngri lið við einum tilsvarandi útroknaðum miðalaldri á 21,9 ár.

Hjá HB eru bert tveir leikarar sum hava fingið fulla leiktíð í hesum fyrstu seks dystunum, tað eru málmaðurin Teitur Gestsson og verjuleikarin Jóhan T. Davidsen.

Hjá TB/FC Suðuroy/Royn eru tað heili sjey leikarar, sum hava leikt fulla tíð: Jón Áki Jacobsen, Marius Berntzen, Rógvi Joensen, Heri Kjærbo, Poul Ingason, Teitur Olsen og Mats Walberg.

Hvørgan av liðunum hava leikbann til dystin, men framvegis eru bæði Heri Kjærbo og Jón Krosslá Poulsen í vandabólkinum, tí teir hava báðir trý gul kort.

Stefan Radosavljevic er burturstaddur við U17 landsliðnum. Salmundur Bech og Johan Gulliksen eru ivasamir vegna skaða.

Dysturin leygardagin 6. mai byrjar í Gundadali klokkan 15:00.

Scroll to Top