Ja, tit hoyrdu rætt, hóast tað líka skal sodna eina løtu! Okkara egni Gilli Rólantsson Sørensen, hevur skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið, TB! Tað er ikki hissini royndir Gilli hevur í fótbólti. Hansara fyrsta dyst fyri besta liðið hjá TB, spældi hann í 2009 í einum dysti um Løgmanssteypið. Tann dystin vann TB 6-0 og tann tá bert 17-ára gamli Gilli skoraði síni fyrstu 2 av 12 málum í 22 dystum tað árið. Hamrandi skjóti leikarin er skrásettur fyri 60 dystir og 22 mál fyri TB. Í 2013 spældi hann fyri B36 har hann skoraði 5 mál í 29 dystum. Yrkisleiðin hjá Gilla, ið framvegis einans er 30 ára gamal og tískil hevur mong góð ár í sær enn, hevur serliga verið í Noregi, hóast yrkisleiðin uttanlands byrjaði í Aberdeen. Úr B36 flutti Gilli til donsku superliguna, til AAB í 2014. Síðan spældi hann fyri Brann Bergen, í bestu norsku deildini, frá 2016-21 og so fyri Odds BK frá 2021-2022. Gilli er harafturat skrásettur fyri 60 A-landsdystir, eins og hann hevur roynt seg á U17, U19 og U21 landsliðunum. Vit eru ómetaliga glað fyri at hava fingið Gilla heim aftur og gleða okkum til at síggja hann í troyggjuni aftur! Bestu eydnu í 2023 Gilli og hjartaliga vælkomin heim! (Hagtalskeldur: FaroeSoccer, Transfermarkt og FSF)