Sáttmáli gjørdur við Stefan Radosavljevic

Í kvøld varð sáttmáli gjørdur við unga stjørnuskotið Stefan Radosavljevic. Stefan er einans 16 ára gamal og er hann eyðsýnt tekniskt væl fyri á fótbóltsvøllinum.

Í fjør leikti Stefan tveir dystir við næstbesta liðið hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Í eina dystinum, ið var móti Royn, gjørdi Stefan tvey mál.

Stefan er sonur Aleksandar “Sasha” Radosavljevic, ið millum annað umboðaði TB og Royn í síni fótbóltsárum. Sasha leikti 67 dystir fyri TB og skoraði 53 mál.

Á myndini omanfyri síggjast Stefan Radosavljevic og Poul Erik Smedemark (formaður í Tvøroyrar Bóltfelag).

Scroll to Top