Thomsen-brøðirnir hava skrivað undir

Tað legst afturat við evnaríkum ungdómi í TB. Brøðirnir Jóhan og Olivur Renéson Thomsen hava skrivað undir sáttmála fyri 2023 og verða báðir sostatt at síggja í eyðkenda TB-búnanum í ár. Stuttligt er altíð at síggja brøðir á sama liðnum og vit gleða okkum at síggja, hvussu ungu brøðirnir fara at royna seg í ár.

Jóhan er 19 ára gamal og hevði sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá TB hin 4. august í 2019, móti EB/Streymi, bert 17 ára gamal. Jóhan heldur til á miðjuni og í álopinum og sóu vit í fjør ein ungan mann í stórari menning við vaksandi máltevi.

Jóhan hevur spælt 70 dystir fyri besta og næstbesta liðið hjá TB og hevur skorað 15 mál.

Yngri beiggin, Olivur, er ikki eins royndur á besta liðnum, sum Jóhan. Hinvegin, so ”debuteraði” Olivur fyri besta liðið, tá hann var yngri enn bróðurin. Olivur spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hin 30. oktober 2010, ímóti 07Vestur. Uttan at fara í dýpdina við dystargongdini kann nevnast at bróðurin, Jóhan, skoraði einsamalla málið hjá TB tann dystin.

Olivur, ið er áloypari, er skrásettur fyri 14 dystir fyri besta liðið.  Hann er aloftast, vegna sín unga aldur, nýttur sum innskiftari og vóna vit tí, at vit í ár koma til at síggja enn meiri til evnaríka unglingin av Sevmýri. Evnini eru eyðsýnd og vit vænta okkum nógv av Olivuri.

Tvøroyrar Bóltfelag ynskir Jóhan og Olivuri bestu eydnu í kappingarárinum 2023.

Á myndini síggja vit frá vinstru: Jóhan Renéson Thomsen, André Dalfoss, formaður og Olivur Renéson Thomsen.

(Hagtalskelda: Faroesoccer.com)

Scroll to Top