Tvøroyrar Bóltfelag 125 ár

Hin 13. mai í 1892 bleiv fyrsta føroyska fótbóltsfelagið stovnað og kunnu vit í dag hátíðarhalda hendan varðan fyri føroyskan fótbólt. Fyri 125 árum síðani tóku menn lógvatak saman og stovnaðu Tvaeraa Boldklub, seinni Tvøroyrar Bóltfelag. Hetta vóru ungir menn, sum komu aftur av lestrarferð í Danmark, og høvdu fingið hesa ítróttargrein í viðførið til Tvøroyrar.

Broyttar tíðir

125 ár við undanvindi og mótvindi hevur brýnt felagið, sum seinastu árini er farið gjøgnum eina broytingargongd. Sjónligastu broytingarnar eru, at Sevmýri er ikki longur leikvøllur Tvøroyrar Bóltfelags, men nú liggur vøllur við Stórá samstundis sum, at vaksnamannafótbólturin nú er myndaður gjøgnum yvirbygnaðin TB/FC Suðuroy/Royn, ið var sjósettur í vetur.

Fyri gott og væl fimm árum síðani bleiv fyrsti dystur spældur við Stórá eftir at táverandi býráð samtykti at lata nýggjan fótbóltsvøll byggja. Flytingin frá Sevmýri til Stórá var kensluborin, men ásannast má, at felagið hevur einastandandi umstøður at virka undir, bæði hvat viðvíkur sjálvum vøllinum, men eisini alt tað kring vøllin.

Tann nýggjasta broytingin, sum Tvørafólk og TB fjepparar yvirhøvur eru vitni til, er fótbóltssamstarvið við hini fótbóltsfeløgini í oynni, FC Suðuroy og Royn. TB/FC Suðuroy/Royn er ein yvirbygnaður á verandi feløg og er árið í ár fyri fyrst eitt royndarár. Higartil hevur byrjanin verið tann besta um samanberast skal við úrslitum, ið TB hevur fingið eftir tey fyrstu sjey umførini í Effodeildini tey nógvu síðstu árini.

Takk fyri hjálpina

Tak er kun et fattigt ord sang Poul Bundgaard fyri mongum árum síðani og hetta er sanniliga galdandi fyri eitt felag sum Tvøroyrar Bóltfelag, tá tað kemur til tey sjálvbodnu kring felagið. Tó so vilja vit við hesum eisini senda eina hjartans tøkk til øll tykkum sjálvbodnu, ið gera eitt satt megnararbeiði fyri felagið. Uttan tykkum øllum, so bar als ikki til at hava eitt fótbóltsfelag sum Tvøroyrar Bóltfelag. Takk!

Hjartaliga til lukku!

At enda er bert at ynskja øllum, ið hava Tvøroyrar Bóltfelag nær hjartanum, hjartaliga til lukku við teimum 125 fyrstu árunum!

Eina ferð TB, altíð TB.

Set TB-dám á Facebook

Um ein skuldi ynskt at fagna hendan serliga dagin, so er ein møguleiki við hesum myndunum, ið hóska væl sum “covermynd” á tínum egna Facebook vanga. Tak niður á telduna, fartelefonina, ella enntá teldilin og legg hana síðani sum covermynd.

 

Scroll to Top