Anders Hoff verður málverji í 2023

Í gjárkvøldið varð sáttmáli undirskrivaður við Anders Hoff, ið skal verja málið hjá okkum í ár.

Anders er dani, 19 ára gamal, 188 cm høgur, og kemur úr danska superligafelagnum AC Horsens. Anders var inntil í januar í ár útleigaður til Middelfart, har hann varð umrøddur sum eitt stórt málmanstalent, og hetta fingu vit eisini váttað frá fólki í nærumhvørvinum har.

Anders var heima til royndarvenjingar í januar og har varð beinanvegin greitt, at her høvdu vit við eitt sera stórt talent at gera. Áhugin fyri víðari samstarvi varð alt fyri eitt kveiktur hjá felagnum og í gjár bar so á mál og sáttmálin varð undirskrivaður.

Anders bleiv í februar í fjør, fyri fyrstu ferð úttikin til danska U-19 landsliðið, til ein vinardyst ímóti Ungarn

Tvøroyrar Bóltfelag ynskir Anders hjartaliga vælkomin til felagið, við bestu ynskjum fyri komandi kappingarár.

Scroll to Top