JOHN VILLI HEVUR SKRIVAÐ UNDIR

Nú legst afturat við dugnaligum fólki úr Suðuroynni! Andrias og Allan hava leitað sær til Tvøroyrar úr Hvalba, Salmundur er komin úr Porkeri og nú hava vit fingið ein hálvan tvøramann, úr Vági, at taka dystin upp, saman við okkara egnu, dugnaligu, lokalu leikarum!
John Villi Leo hevur til okkara stóru gleði, valt at seta sína undirskrift á sáttmála fyri 2023. Eins og Salmundur, so hevur John Villi sína fótbóltsuppaling í FC Suðuroy, har hann hevur leikt 95 dystir fyri besta liðið. 25 ára gamli vágbingurin spældi við næstbesta felagsliðnum í 2017, men beit seg síðan fastan á besta liðið árið eftur. Miðvallarin hevur spælt 30 dystir fyri besta felagsliðið og 63 fyri besta liðið hjá TB, har hann hevur skorað 4 mál.
John Villi er ein fongur fyri TB og gleða vit okkum til at síggja hann á vøllinum aftur!
Vælkomin heim aftur, John Villi, bestu eydnu komandi kappingarár!

(Hagtalskelda: Faroesoccer.com)

Scroll to Top