TEIR YNGSTU HALDA SEG FRAMAT

Seinastu dagarnir hava vit kunngjørt fleiri spennandi nøvn til leikarahópin fyri 2023 og samanum tikið hava vit eitt lið við dugnaligum ungum leikarum, har fleiri longu hava royndir í bestu deildini og so hava vit eisini nakrar “veteranar”, ið, hóast aldurin ikki er heilt uppi ígjøgnum, so hava teir fleiri ára royndir í ovastu deildini.

Í gjárkvøldið varð sáttmáli so undirskrivaður við 3 sera spennandi leikarar, ið allir hava tað til felags, at teir eru blaðungir og so at siga óroyndir í bestu deildini. Tó, so hava teir dygdir, ið TB metir seg hava tørv á, á besta liðnum.

Á myndini síggja vit frá vinstru: Erik Johansen, Mikal Tummasarson, Olivur R. Thomsen og Tummas Paula Christiansson.

TALENTIR AV U17-LIÐNUM

Erik og Tummas Pauli hava gjørt so mikið um seg á U17-felagsliðnum, at venjari og leiðsla hava fingið eyguni upp fyri teimum og bjóðað teimum ein sáttmála, ið teir tíbetur hava skrivað undir!

Erik er 16 ára gamal og er enn ikki skrásettur fyri nakran dyst í bestu deildini.

16 ára gamli Tummas Pauli heldur esini til í verjuni og varð skiftur inn í 5 dystum fyri besta liðið í fjør.

Verjuleikarin Mikal varð skiftur inn í tveimum dystum í Betri Deildini í 2021. Mikal er 17 ára gamal.

Olivur hava vit umrøtt áður, í greinini um Thomsen-brøðurnir, sí her https://www.tb.fo/thomsen-brodirnir-hava-skrivad-undir/

Hetta verður eitt spennandi ár hjá felagnum og ikki minst hjá ungu garpunum, ið vónandi sleppa at vísa hvør dugur er í teimum. Allir hava teir spælt fótbólt við Stórá, síðan teir vóru heilt lítlir. Nú er lutfalsliga trygga tilveran á vøllinum, í yngru deildunum, skift út við fótbólt í bestu føroysku mannsdeildini. Her skal bæði ferð og styrki til og tað metir felagið at hesir ungu, lovandi leikarar innihalda.

FLEIRI ÁVEGIS

Í yngru deildunum eru fleiri leikarir ið vísa lovandi taktir, og væntast kann, komandi tíðina, at vit fara at kunngera okkurt navn afturat.

 

Hjartaliga til lukku við sáttmálanum tit og bestu eydnu á vøllinum í 2023!

Scroll to Top